FAQ

Ofta stillaðir spurningar

Spurningur: Hvat kostar útbering?

Svar: Útbering er ókeypis.

Kann eg gjalda ordran við gjaldskortið?

Svar: Ja tú kann velja bankaflyting ella kann tú brúka gjaldskortloysnina. 

Nær skal vøran gjaldast?

Svar: Vøran skal gjaldast tá vøran blívur send frá okkara goymslu í Føroyum.

Vinnukundar fáa ein faktura sendandi ið skal gjaldast seinastalagið 30 dagar eftir at vøran er send frá okkum.

Kann eg gjalda í smáum?

Svar: í løtuni er tað ikki ein møguleiki, uttan í serligum førum, tá er neyðugt at senda okkum eini boð umvegis teldupost, síðani blívur støða tikin um tað er ein møguleiki.

Er garanti uppá vørurnar?

Svar: ja vit fylgja ásetingunum í garantilógvan ásetur.

Kann vøran heintast?

Svar: stutta svarið er nei, men kann lata seg gerað í serligum førum.

Um eg vil vita okkurt meira um eina vøru hvar skal eg so venda mær til?

Svar: vit skráseta allar spurningar, tí er best at senda ein teldupost, ella brúka frymilin á heimasíðuni. Vanliga svartíðin er innan 24 tímar allar dagar uttan sunnudag.

Kunnu tit skaffa mær onkra vøru í ikki er at finna á heimasíðuni?

Svar: vit kunnu skaffa eina breiða viftu av vørum, so vit mæla til at tú sendur okkum ein teldupost við tínum ynski, síðani venda vit aftur við einum svari.

Hvussu long er leveringstíðin frá tí eg leggi ein ordra inn?

Svar: um vøran ikki er á goymslu í Føroyum so tekur tað millum 1 til 5 vikur. Vit senda tær eina ordraváttan har leveringstíðin stendur á. (um tú ikki kann bíða eftir vøruni, so kann tú velja at trekkja keypið aftur). Skundordrar skulu viðmerkjast tá tú keypir, so vit kunnu senda ordran viðari sum ein skundordra.

 

GG. í serligum førum kann ein vøra vera útseld hjá einum av okkara veitarum, um tað skuldi hent tá senda vit tær boð um hetta so skjótt tað er okkum kunnugt, síðani fær tú møguleikan at trekkja keypið aftur ella tú kann velja at bíða eftir einari níggjari ordraváttan og leverings dato.